140x140

Myndin fv.: Anna Maria H. Nolsøe, Júst Rubeksen og Peder T. Haahr.
06.12.2010 Fyrsti landbúnaðartøkningurin


Í dag 17. novembur 2010 er seinasti arbeiðsdagur hjá Onnu Mariu H. Nolsøe á Búnaðarstovuni. Hon kann nú kalla seg landbúnaðartøkningur og fyrsta av sínum slag í søguni.

Nú er lærutíðin lokin, og Anna Maria H. Nolsøe kann kalla seg fyrsta av sínum slag í søguni. Hon er nevniliga fyrsti perónur, sum í Føroyum hevur staðið í læru sum landbúnaðar-tøkningur við góðkendum lærusáttmála.

Anna Maria byrjaði lærutíð sína á Royndarstøðini 15. mai 2007 og hevur sostatt verið í læru í gott og væl trý ár. Lærutíðin hevur verið samansett av praktiskum arbeiði og fakligari undirvísing her á stovninum og í samstarvi við Fiskivinnuskúlan í Vestmanna.

Peter T. Haahr fyrrv. stjóri á Royndarstøðini hevur verið lærumeistari hjá Onnu Mariu, og Júst Rubeksen hevur verið nærmasti starvsbróður og ein góður vinur hjá Onnu Mariu í lærutíðini.

Tey, sum kenna Onnu Mariu, vita, at hon er sera góð við dýr, og vit kenna hana aftur í Jeppinum, har Kayla situr við liðina av henni, og ofta og tíðum hongur ein rossavognur uppi í jeppinum.

   Fyrsti landbúnaðartøkningurin « Aftur  

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369