140x140

ROYNDIR VIÐ KORNI

Verkætlanir um korn
 
Búnaðarstovan er við í tveimum verkætlanum um kornvelting. Onnur er fíggjað av NORA og hin av NPP. Luttakararnir í verkætlanini eru úr ávikavist Norðurnoregi, Orknoyggjunum, Hetlandi, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Ný Foundlandi og Labrador.
Korn – og tað er bygg, talan er um - hevur verið velt í Føroyum í øldir, men kornveltingin helt uppat í seinastu øld, og í dag eru bert hendinga eldri fólk, sum minnast kornvelting av týdningi í Føroyum. Kornið búnaðist illa, og mátti turkast í sornhúsi áðrenn klárt var at treskja. Kornarbeiðið var sostatt sera tungt og tíðarkrevjandi í Føroyum, og hetta var óivað orsøkin til, at tey góvust at velta korn í Føroyum um tað mundi, tá tey í øðrum londum fóru at nýta framkomnar maskinur at treskja við.
Í samband við hesa verkætlanina hava nakrir bøndur í Føroyum sagt seg vera áhugaðar í at velta korn, um so er, at tað letur seg gera. Nakrir mjólkarframleiðarar síggja ein møguleika í at framleiða fóður sjálvir fyri at spara pengar til kraftfóður, meðan onkur sær aðrar møguleikar so sum at selja til bakarí, matstovur, bryggjarí v.m.
Tað er eitt sindur ymiskt hvussu verið hevur við kornvelting í hinum luttakaralondunum. Tey vita, at landnámsmenninir í Íslandi veltu korn, men har góvust tey at velta korn í miðøld, møguliga tí tað er vorðið ov kalt í veðrinum tá, men teir byrjaðu aftur fyri einum 50 árum síðani, t.v.s. um tað mundið, tá føroyingar góvust. Í dag eru einir 470 bøndur í Íslandi, sum velta korn, og teir framleiða eini 4.800 tons um árið. Meginparturin fer sum neytafóður, men nakað fer eisini til matna. Bæði bakarí og bryggjarí eru farin at framleiða burturúr íslendskum korni, og íslendarar taka væl ímóti hesum vørum.  
Á íslendska landbúnaðaruniversitetinum gera tey eitt megnar arbeiði at ala fram góð kornsløg, sum hóska til íslendska veðurlagið.
Í Orknoyggjunum hava tey velt korn, alt vit vita um, og tey velta framvegis rættiliga nógv. Teir nýta mest eitt gamalt staðbundið byggslag, og tað verður bæði brúkt til matna og fóður, og harumframt verður heilt nógv brúkt í whiskyframleiðslu. Í Hetlandi velta tey nakað av korni, men tó væl minni enn í Orknoyggjunum.
Bæði í Norðurnoregi og Ný Foundlandi og Labrador veltu tey korn í gomlum døgum, men tey góvust, tí kappingin við meginøkini í Noregi og Kanada gjørdist ov hørð, men í dag royna tey at spjaða so nógva matframleiðslu sum gjørligt til útjaðaran, einamest fyri at spara flutningskostnað. Tí eru bæði Norðurnoreg og Ný Foundland og Labrador áhugaverdir samarbeiðspartnarar í verkætlanunum.
Í Grønlandi vita tey ikki um, at korn hevur verið velt, men tey eru áhugaði í vera við í hesum verkætlanum, tí royndirnar hjá teimum vísa, at í Suðurgrønlandi er grøðiligari nú, enn tað var fyrr. Nakrir bøndur velta t.d. nógv eplir at selja, og á royndarstøðini hjá teimum velta teir nógv grønmeti, og tað veksur væl.
Roynd við korni á Sandi og á Vatnaskørðum
Vit fara at kanna hvussu fimm ymisk sløg av byggi úr ymsum Norðanlondum, harímillum eisini eitt gamalt føroyskt slag, vaksa og búnast á Sandi og á Vatnaskørðum, og vit sammeta hesi fimm sløgini við hvørt annað.
Mannagongd
Vit hava sátt fimm byggsløg, Saana úr Finlandi, Kría úr Íslandi, Tyril úr Noregi, Bere úr Orknoyggjunum og Tyril úr Føroyum, á Sandafløtti á Sandi og á Vatnaskørðum. Tey eru sádd í puntar, sum eru 2x5 metrar, eitt slag í hvønn puntin, tríggir puntar við hvørjum slag, tilsamans 15 puntar.
Skrásetingar
Vit skráseta, nær byggið nælir, nær tað skjýtur aks, hvussu høgt tað veksur, og hvussu nógv stráini leggja seg av regni og vindi. Vit skera við hond, tá tað er staðið ella so seint á árinum, sum ráðiligt er. Aksini verða send til kanningar á starvsstovu í Íslandi.
Úrslitini higartil vísa, at bygg veksur heilt væl, tó er munur á sløgunum, men tey skjóta øll væl aks. Tey stadna eisini væl, men vit hava havt stórar trupulleikar av fugli, sum etur kornið, so hvørt sum tað stadnar.
Meira kann lesast um kornverkætlaninar her
 
 
 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369