140x140

ALMENN FRAMSÝNING AV VØRUM ÚR ULL Á hOTEL FØROYUM

Fríggjakvøldið 11.09.2015 frá kl. 19.30 til kl. 22.00 verður almen framsýning á Hotel Føroyum av vørum úr ull. Á framsýningini verður alt frá óvaskaðari ull og tógvi til mótaklæðir úr ull, umframt viðkomandi bøkur, lista handverk og annað. Framsýningin er sett upp í samband við ráðstevnuna North Atlantic Native Sheep and Wool Conference, sum verður hildin á hotellinum í vikuskiftinum.

Fleiri føroyskir framsýnarar eru, bæði innan amboð til at virka ull við, listahandverk, tógv, mótaklæðir o.a. Nevnast kunnu Ása Hátun, Súsan í Jákpstovu, Guðrun & Guðrun, Laila av Reyni, Sirri, Snældan, Navia, Rógvi í Bø, Andrass Hansen og Gamli Bókhandil við viðkomandi bókum. Harafturat eru nógvir útlendskir framsýnarar eisini við úr Íslandi, Týsklandi, Noregi, Hetlandi, Orknoyggjum og Hybridunum. Nógv sera áhugavert er at síggja.

Høvi verður eisini at keypa vøru á framsýningini.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369