140x140

SKURÐFJALL 2015 – ÚRSLIT

Vit vóru á fjalli týsdagin tann 22. september, hetta var ein dag fyrr enn í fjør. Vit vigaðu allan seyðin, sum vit gera á hvørjum fjalli. Ansað verður eftir, at lombini eru turr, tá tey verða vigað. Í ár gav hagin 161 lomb, ið tilsamans vigaðu 6.153 kg livandi, móti 181 lombum í fjør, sum tilsamans vigaðu 7.366 kg livandi. Lombini vigaðu væl meira í fjør enn í ár, bæði livandi og krovini. Miðalvektin á livandi lombum var 39 kg í ár móti 41,9 í fjør ella 6,9 prosent meira í fjør enn í ár. Krovini vigaðu í miðal 30,2 pund í ár móti 32,8 í fjør ella 7,9 prosent meira í fjør. Flett vekt av lombunum var í miðal 38,7 prosent í ár, í mun til 39,2% í fjør av livandi vekt.

 

 

 

Ærnar eru stútt framfarnar síðan mai mána, men eru samanumtikið verri fyri hesa ársins tíð, samanborið við tey fýra undanfarnu árini.

 

 

Ein liður í skrásetingini er millum annað at fáa vitan um dagligan vøkstur hjá lombunum, frá lembing til fletting. Út frá skrásetingum í ár, kunnu vit siga, at dagligur vøkstur á lombum í Heygshaga er:

29 apríl – 26 mai              = 228 gram/dagin

26 mai – 9 juli                   = 275 gram/dagin

9 juli – 21 august             = 283 gram/dagin

21 august – 22 sept.       = 131 gram/dagin 

Lembing til Sláturs          = 236 gram/dagin

Við hesum úrslitum kunnu vit staðfesta, at lombini fara 236 gram fram um dagin frá lembing til sláturs. Havast skal tó í huga, at hettar er fyrsta árið, at lombini eru vigaði fýra ferðir fordeilt yvir 146 dagar, og gevur hettar okkum eina ábending um dagligan vøkstur hjá einum lambi. Vit kunnu ikki staðfesta eina veruliga vakstrarkurvu, fyrr enn vit hava fleiri ára skrásetingar.

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369