140x140

YRKISSKEIÐ INNAN LANDBÚNAÐ

Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.

Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar 3. mai kl. 19.00.  Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.

Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur (umvegis Skype), so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum.

Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til á vári 2017. Hvør skeiðspartur  endar við próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar venjingar.

Skeiðið kostar kr. 3.000, íroknað undirvísingartilfar.  Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 6460-1719663 í BankNordik, áðrenn skeiðið  byrjar.

Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, boða frá luttøku við at venda sær til skrivstovuna á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00 ella í teldubrævi til bst@bst.fo í seinasta lagi hósdagin 28. apríl 2016. 

Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369