140x140

AVLOYSARI FYRI RØKTARA Á BÚNAÐARSTOVUNI

Søkt verður eftir avloysara fyri røktara í sjúkrafarloyvi til Búnaðarstovuna. Starvið verður sett frá 15. mai 2017 og væntast at vara í góðar tríggjar mánaðir.

Arbeiðið kemur í størstan mun at fevna um røkt av fjósi og haga og djórunum, sum har til hoyra. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, alt eftir hvør árstíðin er. Avloysarin verður settur væl inn í uppgávurnar, áðrenn byrjað verður.

Krøv til umsøkjarar. Góðan kunnleika til landbúnað og hollar arbeiðsroyndir innan landbúnað.

Arbeiðstíðin er full tíð, svarandi til 39 tímar um vikuna.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Martin Andreasen, tlf. 299013 ella Trónd Leivsson, tlf. 299010.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 27. apríl 2017.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369