140x140

VEKTIR Á ÓM OG LOMBUM 2017

Búnaðarstovan hevur síðani 2012 skrásett vekt á ónum gjøgnum árið og hjá lombum frá lembing til fletting. Áðrenn 2016 høvdu vit vanliga siðbundna røkt á Búnaðarstovuni, har ærnar fingu kraftfóður frá mars til lembing og gingu annars úti. Frá heysti 2016 hava vit broytt røktina við, at vit eru farin at geva meira. Vit fara nú undir ein meira nærtøknan rakstur, har vit leggja dent á, at ærnar verða føddar í mun til hold og árstíð, og eisini royna vit at fáa fleiri lomb undan hvørjari ær. Á heysti 2016 fingu ærnar ískoytisfóður frá 7. november til 15. desesember, meðan tær í 2017 fingu frá 7. november til 15. januar 2018.

Hetta inniber, at ærnar fáa ískoytisfóður knappar tríggjar vikur áðrenn brundarnir verða sleptir út. Ærnar fáa síðani ískoytisfóður alla brundtíðina og út í hálvan januar mánað. Hetta tryggjar, at ærnar kvidnast betur, bæði tí tær fáa gott fóður og harvið betri hold, og tí at seyðurin samlast, og tískil eru útlit fyri, at færri ær gerast brundgeldar.

Umframt ærnar, sum eru úti, verða - sum liður í royndarvirksemi okkara - allir gjólingarnar og allar tvæveturærnar føddar inni frá fyrst í november til avlembt er. T.v.s. at í vetur verður triðingurin av áseyðinum føddur inni.

Vit fara framvegis at viga ærnar í januar, februar, mars, apríl, mai, juli, august, sept./okt., november og desember og at viga lombini nýlembd, í mai, juli, august og sept./oktober,  eins og vit hava gjørt undanfarnu árini. Hereftir fara vit at sammeta tey fimm árini 2012-16 undir einum við 2017 og komandi árini, fyri á tann hátt at fáa eina mynd av, hvørja ávirkan fóðrið hevur á burðartalið og vektina gjøgnum árið – bæði hjá óm og lombum.

Í 2017 vóru ærnar vigaðar 7. februar, 29. mars, 2. apríl, 17. mai, 4. juli, 30. august og í skurðfjallinum 21. september. Vektirnar eru vístar í Mynd 1 saman við vektunum fyri árini 2012 - 2016. Myndin vísir, at síðani várfjall hevur vektin verið væl hægri í 2017 sammett við árini frammanundan. 4,4 kg í várfjalli, 4,9 kg í august og 3,0 kg í skurðfjalli.

Mynd 1. Vekt á óm frá februar til sept./okt.

Lombini eru vigað fimm ferðir: Nýlembd, 17. mai, 4. juli, 30. august og 21. september. Vektirnar eru vístar í Mynd 2 saman við vektunum fyri árini 2012 – 2016. Myndin vísir, at vakstrarkurvan hjá lombunum í ár víkir ikki frá vakstrarkurvunum undanfarnu árini.

Mynd 2. Vekt á lombum

Umframt miðalvekt á lombum hava vit eisini skrásett samlaðu vektina á lombunum. Hendan vekt umboðar samlaða skurðin av lombum. Mynd 3 vísir lívmegd av lombum í haganum fyri árini 2012 - 2017 undir einum sammett við 2017. Mynd 4 vísir somu mynd av ónum.

Mynd 3. Lívmegd (biomassi) av flettum lombum í Heygshaga

Vert er at leggja til merkis, at hetta fyrsta árið við nærtøknum seyðahaldi hevur givið okkum fleiri lomb at fletta og eina munandi øking í flettari lívmegd, sammett við árini 2012 – 2016.

Mynd 4. Lívmegd (biomassi) av flettum óm í Heygshaga heysti 2017

 

Lambsvektir 2017 (flett vekt) býttar eftir einlembu-, tvílembu- og gjólingslombum.

 

Lívmegd pund

Tal av lombum

Miðalvekt pund

Flettvekt í %

Lomb í alt

4.872

150

32,5

40,1

Einlembulomb

2.605

73

35,7

41,3

Tvílembulomb

1.807

62

29,1

39,5

Gjólingslomb

462

15

30,8

39,7

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369