140x140

NÝGGJ KUNNGERÐ UM STUÐUL TIL LANDBÚNAÐIN

Tann 15. mai 2018 kom nýggj kunngerð um stuðul til landbúnaðin í gildi, ið avloysti hina gomlu kunngerðina frá 2010.

Nýggja kunngerðin er, eins og hin undanfarna, givin við heimild í ávikavist løgtingslóg nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m. og í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul.

Studningur kann latast til mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, súrhoysbrunnar, velting o.a., djórahald, avloysaraskipan og føroysk húsdjórasløg. Stuðulin til landbúnaðin er treytaður av, at umsøkjari er bókhaldsskyldugur og meirvirðisgjaldsskrásettur sambært galdandi lóggávu. Tó er studningur til føroysk húsdjórasløg undantikin ásetingunum um bókhaldsskyldu og MVG-skráseting. Búnaðarstovan umsitur studningin sambært kunngerðini, ið verður veittur sbrt. umsókn, og á serligum umsóknarblaði. Búnaðarstovan hevur somuleiðis eftirlit við, at treytirnar fyri studningi verða hildnar.

Av nýggjum stuðulsmøguleikum eru tað serliga tvey evni, sum bøndur og onnur landbúnaðarfólk eiga at býta merki í:

Í § 3 um stuðul til neytakjøt er nú tikið við, at serstakur stuðul kann veitast til kálvakjøt. Í kunngerðini er hesin møguleikin orðaður sum stuðul til neytakjøt 1 – 16 mánaðir. At nágreiningin av kálvakjøti er sett til at vera neytakjøt í aldrinum 1- 16 mánaðir kemst av, at tað ikki varð hildið ráðiligt at greina aldursbólkin í enn minni flokkar. Stuðulin til neytakjøt, soleiðis sum vit áður eru von við, nevniliga til kjøtið av flettum mjólkneytum, eitur nú í kunngerðini stuðul til neytakjøt eldri enn 16 mánaðir. Eins og áður, kann hægri studningur latast til neytakjøt av útoyggj, sum í hesum føri eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Í § 5 um stuðul til føroyskt framleitt stráfóður er tann broytingin framd, at stráfóðurstuðulin nú eisini fevnir um stráfóður til brúk í vinnuliga seyðahaldinum. Vert er at geva gætur, at stráfóðurstuðulin ikki fevnir um stráfóður til onnur húsdjór, m.a. ross.

Eisini kann verða nevnt, at í nýggju kunngerðini er nærri greinað um studningin til avloysaraskipanina, at hesin ikki kann avhendast ella veðsetast.

Búnaðarstovan hevur latið gera nýggj umsóknarbløð, ið kunnu heintast á heimasíðuni. Nýggju umsóknarbløðini kunnu fyllast út á telduni og so skrivast út til undirskrivingar.

Sjálv kunngerðin um stuðul til landbúnaðin sæst her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369