140x140

RIDLUSKRIÐAKANNINGAR 2018

Felags kunning frá Búnaðarstovuni, Landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni um ridluskriðastøðuna, -kanningar og -stuðul í 2018

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 eru játtaðar kr. 600 túsund til átøk at basa ridluskriða og at økja um blóðroyndir og kanningar av aliseyði. Búnaðarstovan umsitur hesa játtanina fyri Fiskimálaráðið. Ridluskriðasjúkan er fyrst og fremst eitt djóralæknafrøðiligt (veterinermedisinskt) mál, og tí varð longu í 2017 avrátt, at játtanin skuldi nýtast eftir einum leisti, sum varð lagdur í tøttum samstarvi millum ávikavist Búnaðarstovuna, Landsdjóralæknan og Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Tilmælið frá fakmyndugleikunum um nýtslu av játtanini er:

· at uml. kr. 100 túsund verða nýttar til nærri kanningar av veruligu ridluskriða sjúkustøðuni í Fugloy, Koltri, Hesti og Nólsoy. Ridluskriði varð staðfestur í Fugloy í 1984, men er ikki sæddur í útbroti eftir tey tiltøkini, sum landsdjóralæknin setti í verk tá. Til tess at kanna nærri um veruligu støðuna, verða sokallaðar prionkanningar gjørdar av sýnum tikin av høvdum av øllum vaksnum seyði eldri enn 1 ár. Ein partur av játtanini í fjør varð nýttur til keyp av teirri starvsstovuútgerð, ið krevst, soleiðis at prionkanningarnar framyvir kunnu gerast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Við hesum átaki eru umstøðurnar vorðnar munandi betri til at greina veruligu sjúkustøðuna viðvíkjandi ridluskriða í Føroyum.

· at uml. kr. 500 túsund verða nýttar til at gera ílegukanningar um mótstøðuføri móti ridluskriðasjúkuni í útbroti (blóðroyndir) í ávikavist Streymoy, Eysturoy og Fugloy. Fakliga raðfestingin av stuðlinum er í tveimum stigum: 1) hagar, sum longu eru raktir av ridluskriða og grannahagar til hesar 2) aðrir hagar í teimum oyggjum, har ridluskriði er staðfestur.

Í oyggjum við ongum ridluskriða verður ikki mælt til at leggja seg eftir at ala bert undan brundum við besta mótstøðuføri móti ridluskriða í útbroti ("genaling") - tí er heldur ikki tørvur á at taka blóðroyndarsýnir í hesum plássum.

Í oyggjum við ridluskriða verður mælt til bert at ala undan brundum við høgum mótstøðuføri móti ridluskriða í útbroti - t.v.s. við í minsta lagi AA í Codon 136.

Fiskimálaráðið tekur undir við hesi fakligu tilráðingini, har arbeitt verður á tveimum mótum í senn.

Eftir hesum leisti rinda landbúnaðarmyndugleikarnir meginpartin av útreiðslunum til blóðroyndarkanningar í teimum høgum, sum hava ein ítøkiligan tørv á hesum kanningum í stríðnum móti ridluskriðasjúkuni.

Í 2018 eru gjøldini til Heilsufrøðiligu starvsstovuna fyri slíkar kanningar annars hesi: gjald fyri blóðroyndarkanningar kr 250,- pr. stk., og gjald fyri prionkanningar kr. 300,- pr. stk., uttan MVG. Harumframt verður kravt eitt avgreiðslugjald fyri hvørja sending.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er eitt alment fráboðað yvirlit yvir teir hagar og tær traðir í Føroyum, sum eru rakt av ridluskriða, sí leinkið:

https://hfs.fo/webcenter/portal/HFS/djor/page154?_adf.ctrl-state=4or1mma9m_5&_=&_afrLoop=21062179910377792#!%40%2Foracle%2Fwebcenter%2Fpage%2FscopedMD%2Fs5cf325b0_afb5_4bca_9e23_5a0e68d58139%2FPage210.jspx%40%3Fwc.contextURL%3D%2Fspaces%2FHFS%26_adf.ctrl-state%3D4or1mma9m_5

Talan er um 12 hagar á Streymoynni, 1 haga í Eysturoynni, Fugloynna í síni heild, nakrar traðir í Tórshavn og 1 trøð í Streymnesi.

Á hesi heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er somuleiðis greitt nærri frá um ridluskriðasjúkuna; m.a. um hvat slag av sjúku, talan er um, hvussu sjúkan smittar og um sjúkutekin, støðuna í Føroyum, um sjúkufyribyrging og um ílegukanningar at nýta sum grundarlag undir at ala fram økt mótstøðuføri móti sjúkuútbroti, og eisini um fráboðanarskyldu v.m.

Mælt verður staðiliga til, at tey, sum fáast við seyð, geva sær stundir til at lesa omanfyri nevndu kunning.

 

Gjørt verður  vart við:

· Tað er strangliga bannað at flyta livandi seyð úr einum ridluskriðaraktum øki í annað stað at ganga.

· Skal seyður úr ridluskriðaraktum øki flytast í annað stað at verða flettur, krevst flutningsloyvi frá Landsdjóralæknanum til tess.

· Ridluskriði kann ikki lekjast, og seyður kann saktans vera berari av sjúkuni uttan at vísa nøkur sjúkutekin.

· Ílegukanningarnar, og tær viðmæltu ílegutýpurnar, kunnu einans siga nakað um mett mótstøðuføri móti sjúkuútbroti.

· Álítandi kanning av møguligari ridluskriðasjúku kann einans verða gjørd við sokallaðum prionkanningum á dripnum seyði, har sýni verða tikin úr mønuserkinum á vaksnum seyði til starvsstovukanningar (sýni verða tikin av høvdum á seyði sum er eldri enn 1 ár).

· Tað er týdningarmikið at geva sær far um, at eingin orsøk er at fara undir eina miðvísa ílegugrundaða aling eftir øktum mótstøðuføri móti ridluskriða í teimum oyggjum, har ridluskriði ikki er staðfestur. Enn er ov lítil vitan tøk um, hvørt ein av misgáum samstundis kann ala aðrar, ynsktar eginleikar burtur.

· Í 2018 er tilmælið frá fakmyndugleikunum tí, at tað einans er í Streymoy, Eysturoy og Fugloy, at dentur skal leggjast á at nýta brundseyð við úrvaldum, høgum mótstøðuføri móti ridluskriðasjúku í útbroti.

· Mælt verður til at taka blóðroyndir til ílegukanningar av tvær ella tríggjar ferðir so mongum veðurlombum, sum talið av brundseyði í haganum. Við hesum framferðarhátti gerst ógvuliga sannlíkt, at ein fær nóg nógvar brundseyðir við røttu ílegutýpunum at velja ímillum.

Raðfestingin av stuðlinum til rindan fyri ílegukanningar í 2018 er hendan:

1) hagar, sum longu eru raktir av ridluskriða, fáa rindað fyri ásetta talið av brundseyði í haganum faldað við 3. Allir hagarnir í Fugloy, og allir hagarnir í markatalsbygdini Kvívík, eru roknaðir við her.

2) grannahagar til haga, har ridluskriði er staðfestur, fáa rindað fyri ásetta talið av brundseyði í haganum faldað við 3.

3) aðrir hagar í Streymoy og Eysturoy fáa rindað fyri ásetta talið av brundseyði í haganum faldað við 2.

Búnaðarstovan ger ásetta talið av brundseyði í hvørjum einstøkum haga upp eftir hesum leisti: almenna áseyðatalið í haganum býtt við 33 (dømi: er almenna áseyðatalið 160 verða roknaðir 5 brundar).

Um onkur hagi undantaksvís er, har betri gagn fæst av stuðulsmøguleikanum við at nýta hendan til sýnistøku av sleppingarlombum, heldur enn brundseyði, er møguleiki fyri hesum.

Fíggjarligur stuðul til blóðroyndarkanningar verður bert latin til hagar í Fugloy, Streymoy og Eysturoy. Viðvíkjandi blóðroyndarkanningum verður serligur dentur lagdur á sýnistøku í Streymoynni, nú Kvívík eisini er rakt. Traðarseyður fær ongan stuðul til blóðroyndir. Á traðum í Streymoy, Eysturoy og Fugloy verður mælt til at keypa brund við AA í Codon 136 úr høgum, sum hava slíkar at lata.

Tað er ein treyt fyri stuðlinum til ílegukanningar, at hagin sendir øll sýnini inn til Heilsufrøðiligu starvsstovuna undir einum, t.v.s., at fyri hvønn haga verður bert latin inn ein sending við sýnum (bæði teimum sýnum, ið stuðul verður veittur til, eins og teimum sýnum, ið hagin sjálvur harumframt ynskir at fáa kannað). Sendingin skal skilliga vísa, hvørjum haga sýnini eru úr, og hvør persónurin er, ið umboðar hagan í hesum føri, t.v.s. í einbýttum haga bóndin ella røktingarmaður og í felagshaga røktingarmaðurin ella hagastýrisformaðurin. Hagin má sjálvur rinda avgreiðslugjaldið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Búnaðarstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir hagarnar til Heilsufrøðiligu starvsstovuna at avgreiða stuðlaðu sýnini eftir. Gjaldið fyri sýnini, sum eru fevnd av stuðlinum, fær Heilsufrøðiliga starvsstovan rindað beinleiðis frá Búnaðarstovuni.

Eru spurningar viðvíkjandi stuðlinum, vendið tykkum tá til Búnaðarstovuna, tlf. 479000 ella í telduposti til bst@bst.fo. Eru spurningar viðvíkjandi sýnistøkunum, vendið tykkum tá til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, tlf. 556400 ella í telduposti til hfs@hfs.fo.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369