ALMENN RÁÐSTEVNA UM BIOGASSVERK O.A. Í ÚTNORÐRI 9. APRÍL 2019
Ráðstevna um Biogassverk, burðardygga endurnýtslu av tilfeingi, vatngóðsku v.m. á Búnaðarstovuni í Kollafirði.
Týsdagin 9. apríl 2019 kl. 09.00 – 14.00 skipar Búnaðarstovan fyri eini lítlari ráðstevnu um burðardygga endurnýtslu av tilfeingi, har stórur dentur verður lagdur á at kunna um Biogass. Haraftrat verður kunnað um burðardygga endurnýtslu og aðrar loysnir á dálkingaravbjóðingum. Fyrilestrahaldarar verða frá Umhvørvisstovuni, Búnaðarstovuni, IRF, Tórshavnar kommunu, P/f Føroysk Náttúruorka (Biogassverkið) og Meginfelag Búnaðarmanna umframt granskarar úr Finlandi, Svøríki, Íslandi, Skotlandi, Írlandi og Norðurírlandi.
Hendan ráðstevna er liður í eini verkætlan, sum Búnaðarstovan hevur luttikið í seinastu árini saman við granskarum úr áðurnevndu londum. Verkætlanin er fíggjað av ES stuðulsgrunninum Northern Perifery and Arctic Program, sum veitir stuðul til útjaðaran í norðara og vestara parti av ES umframt Noreg, Ísland, Grønland og Føroyar
Ráðstevnan er almenn, tað er ókeypis at luttaka, og ikki er neyðugt at boða frá luttøku frammanundan. Allir fyrilestrar eru á enskum.
Skráin fyri ráðstevnuna er hendan:
Týsdagur 9. april 2019
Seminar at Agricultural Agency (Búnaðarstovan), Kollafjørður
Innovative Resource Management – Water Quality, Recycling and Biogas
08.30 - 09.00
Coffee
09.00-12.00
Welcome Rólvur Djurhuus
Presentation of Agricultural Agency Tróndur Leivsson
Planning of Biogas plant in Faroe Islands Kári Mortensen
Anaerobic Digestion: its current and potential Chris Johnston
role in Northern Ireland
Biogas production in Finland Teija Rantala
Sustainability in Faroese Aquaculture Regin Jacobsen
A biogas project in Faroe Islands Fróði Mortensen
The benefits for Farmers by using value Jens Ivan í Gerðinum
added manure from Biogas plant
Controlling and recycling nutrients in Soili Solismaa
extractive industry
Waste recycling in Faroe Islands Aslaug Gisladóttir
Integrated bio-solutions for treatment of Con McLaughlin
Landfill Leachate – Performance Update from
a Restored site in Donegal, Ireland
Reducing plastic usage in a modern society – Maria Chun Nielsdóttir
policy changes and implementation strategies
Environment Agency, Faroe Islands Suni Petersen
Environment Agency, Faroe Islands Maria Dam
12.00-12.45
Lunch
12.45-14.00
Applied/potential methods to prevent Chris Johnston
nutrient losses to water bodies
Presentation from Iceland Jón Guðmundsson
Presentation from Scotland -
Presentation from Sweden -
Fertilizer planning by means of GIS Tróndur G. Leivsson
14.00
End of seminar
« Aftur