140x140

ULL TIL SØLU Á BÚNAÐARSTOVUNI - SMÆRRI NØGDIR

Búnaðarstovan fer í ár at selja ull í leysari vekt, tað vil siga í smáum  mongdum, meðan ullarmóttøkan enn er opin fram til 22. august. 

Talan er um 2 flokkar av ull:

  • 1. floks ull, skild í 6 ymiskar náttúrulitir, sum verður seld fyri 50,- kr. kg, íroknað MVG. Nakað av serliga góðari ull er lagt til síðis til tey, sum hava brúk fyri serliga góðari ull til okkurt handverk.
  • 2. floks ull, blandaðir litir, verður seld fyri 25,- kr. kg, íroknað MVG.

Ullin í 1. flokki er væl egnað til alt ullararbeiði, m.a. sera væl egnað til at spinna og tílíkt. Hon er, sum sagt, skild í 6 ymiskar litir: svart, hvítt, ljósamorreytt, ljósa- og myrkagrátt og flekkutt.

Ullin í 2. flokki er skild frá, tí hon ikki er líka góð at fáast við, sum tann besta ullin. Serliga tí, at hon er tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni. 

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og turr.

Ullin fæst til keyps í ullarmóttøkuni á Búnaðarstovuni, tá móttøkan er opin hósdag og fríggjadag millum kl. 10.00 og 16.00, og leygardag millum kl. 13.00 og 18.00 ella við at gera avtalu við ullarmóttøkuna á tlf. 299018.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369