140x140

Mosi í grasi

Um mosi er í grasinum, er tað ein ábending um, at alt ikki er í lagi. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar. Ein orsøk kann vera, at ov lítið av tøðevnum eru í moldini, ella at moldin er ov tøtt, so vatnið ikki setur úr, og ov lítið av luft sleppur at planturótunum. Ein onnur orsøk kann vera, at moldin er ov súr – lágt pH. Í skugga, t.d. undir trøum og runnum hevur mosi lyndi til at nørast, tí har eru vakstrarumstøðurnar betri hjá mosa enn hjá grasi. Um so er, at grasið verður sligið ov tætt, fær mosin betri vakstrarumstøður.
  

Mosin breiðir seg serliga nógv lýggjar vetrar, tí tá veksur hann, meðan grasið er í dvala. Um várið sæst tí ofta nógv til mosan, men ofta hvørvur hann út á summarið, tí hann verður køvdur av grasinum. Tí er oftast óneyðugt at gera nakað við hann.
 

Onkuntíð kann tó vera so nógvur mosi í  grasplenuni, at neyðugt er at gera nakað fyri at fáa hann burtur, so grasið kemur fyri seg aftur.
 

Tiltøk fyri at basa mosa:

  1.  Raka væl og virðiliga við jarnrívu so mosin loysnar og kann beinast burtur. Taða síðani við NPK-tøðum.
  2. Eisini kann ein, ein turran dag stroya 1 - 2 kg av fóðurkriti pr. 100 kvadratmetur. Hetta fína kálkið svíðir nakað av mosanum, og samstundis fær moldin kálk so pH veksur.
  3. Syrgja fyri at stykkið er væl drenað, so vatnið setur væl úr.
  4. Ikki sláa ov tætt. Ikki tættari enn 4-5 cm.
  5. Ein annar møguleiki er at nýta ein flógvan upploysing av jarnvitrol. Hesin svíðir mosan. Blanda 1 kg av jarnvitrol í 10 l av vatni. Hetta røkkur til 100 fermetrar. Taða seinni við NPK-tøðum. 

NB. Hesin løgur skaðar tó grasið eitt sindur eisini.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369